færøsk
Frijsenborg Efterskole er ein
eftirskúli í grønum umhvørvi í sunnara parti av býnum Hammel í
Eysturjútlandi. Við útgangsstøði í skúlasjónarmiðjunum hjá
Grundtvig (1783-1872) og Kold (1816-1870), har felagsskapurin
dagliga verður styrktur við sangi, frásøgu og samtalu, hevur
skúlin, afturat frálæruni, eina røð av siðmennandi-, skapandi- og
ítróttarligum tilboðum. Sum ein reyður tráður í allari frálæru og
samveru eru virðini: álit, demokrati og felagsskapur, harumframt
sínámillum virðing og ábyrgd.
Frijsenborg Efterskole leggur stóran dent á, at næmingarnir hava
vælútbúnar- og væl egnaðar undirvísarar, tí raðfesta vit eftir- og
víðariútbúgving av okkara starvsfólki ógvuliga høgt.
Fakliga frálæran tekur støði í fyritreytum næminganna á so høgum
fakligum støði, sum til ber. Vit royna alla tíðina at eftirlíka
nýggj krøv, nýggjar frálæruháttir og námsfrøðiligar
arbeiðsháttir.
Frálæruumstøðurnar seta vit ógvuliga frammalaga. Hóskandi skipan av
gerandisdegnum, høgt reingerðarstøði, lokkandi karmar, góð
frálæruamboð og smidlig hølisviðurskifti eru við í øllum
viðurskiftum, sum ávirka næmingarnar.
Av tí, at vit meina, at vit eru lopfjølin frá grundskúlanum til
ungdómsútbúgvingarnar, so er arbeiðs- og útbúgvingarvegleiðing av
stórum týdningi á skúlanum.
Skúlin varð stovnaður í 1949. Aftaná nógva námsfrøðiliga umhugsan,
fluttu vit úr miðbýnum í Hammel í núverandi høli í 1990. Í 2003
fekk skúlin ein stóran tilbygning við nýmótans fakhølum, har í
millum tónleikahøli, margmiðlarúmi og
natúrulærugrein/royndarrúmi.
Á skúlanum eru 91 næmingar í aldrinum 14 til 17 ár, 1/3 í 9.
klassa og 2/3 í 10. klassa. Skúlin er fyri vanliga gávaðar
næmingar.
Frijsenborg Efterskole hevur serkunnleika í at undirvísa
hoyribrekaðum næmingum. Hesir eru á leið 25 % av næmingatalinum.
Hetta ger, at øll frálæra er í smáum bólkum, samstundis verður
dentur lagdur á sjónliggering í allari frálæru og samveru.
Skúlin nýtir øll sløg av nýmótans tøkni, sum kann menna frálæru og
samskifti fyri tey hoyribrekaðu t.d. nýggjastu multifrekvens FM
útgerð. Harafturat eru ein til tveir rørslutarnaðir næmingar. Talu-
og hoyrilærarar starvast eisini á skúlanum.
Frijsenborg Efterskole tekst tilætlað við at sameina næmingar úr
ymiskum mentanarligum umhvørvi.
Frijsenborg Efterskole hevur orðað ein kostpolitikk við sunnum
vistfrøðiligum mati, seks máltíðir um dagin og við lyklaorðunum:
nógv av tí grøna, grova og heimagjørda. Harumframt hava næmingarnir
dagliga morgunmotión.
Frijsenborg Efterskole er fyrsti roykfríi skúli í Danmark.
Stórur dentur verður lagdur á skjalfesting og eftirmeting av
arbeiði skúlans. Tí samarbeiða vit við fleiri ymiskar
útbúgvingarstovnar og almenn- og privat virki fyri framhaldandi at
menna skúlan.
Meir fæst at vita á: www.fus.dk
